Ítróttur

KÍF/VÍF vunnu 25-22 á H71 - myndir

...

2014-10-28 05:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í kappingini hjá Dr-18, var í kvøld ein dystur millum tvey av liðunum, har roknast kann við nógvum í ár. Dysturin byrjaði javnt, liðini fylgdust til støðuna 6-6, tá fór felagsliðið KÍF/VÍF frá hoyvíksdreingunum. KÍF/VÍF fór nøkur mál frammum, og fór til hálvleiks við støðuni 11-17. KÍF/VÍF byrjaði eisini seinna hálvleik har teir sleptu í fyrra hálvleiki, og komu uppá 21-11, men tá fekk H71 skil uppá verjuna, og fingu skjótálopini at rigga, við einum orduligum comebacki komu dreingirnir úr Hoyvík uppá javnleik 22-22, men H71 fór ikki frammum, og KÍF/VÍF vann dystin 25-22.

Bestu málskjúttar hjá H71 vóru, Pætur Thomsen 7, Hilmar Leon Jacobsen 5 og Helgi Hoydal 5. Hjá KÍF/VÍF vóru tað Áki Egilsnes 10, Fríði Weyhe 4 og Teis H. Rasmussen 4.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder