Ítróttur

KÍF vann 27-25 á StÍF

...

2014-10-09 04:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Atlantic Airwaysdysturin í Kollafirði millum KÍF og StÍF gjørdist javnur og spennandi, tó ikki so væl leiktur, men stundum sóu vit tó gott hondbóltspæl. KÍF vann 27-25 eftir hálvleiksstøðuna 16-14.

Í fyrra hálvleiki fylgdust liðini og skiftust um at liggja omaná - hálvleiksstøðan gjørdist 16-14 til KÍF.

Seinna hálvleik førdi KÍF alla tíðina - onkuntíð við 4 málum, men tá ið dómarin floytaði av vóru bara tvey mál á muni - 27-25 til KÍF, sum nú hevur 4 stig fyri tveir dystir.

KÍF: Kristoffer M. Marlsson, Jaspur Joensen, Pætur H. Skýlindal, Andrias Nielsen 8, Janus Jakobsen 1, Ási Dam 1, Teitur Joensen 4, Fríði Weyhe 6, Hans Eli Sigurbjørnsson 5, Rógvi Weyhe og Jákup Trygvason 2.

StÍF: Eyðfinn Poulsen, Sámal Weihe, Fríði R. Djurhuus 1, Pætur Joensen 2, Jón Rasmussen, Pætur Johansen 2, Sveinur Justinesen 3, Kjartan Johansen 8, Jóhannus Olsen 5, Jógvan G Joensen 4, Steinar Prestá 1, Jón Beck og Hávardur Trygvason.

Støður:

5. min. 3-2

10. min. 7-6

15. min. 8-8

20. min. 10-11

25. min. 13-13

30. min. 16-14

35. min. 19-15

40. min. 20-19

45. min. 23-20

50. min. 24-20

55. min. 26-22

60. min. 27-25.

Dómarar: Danjal Raba og Ragnar Simonsen - teir dómdu væl, tó vóru teir við at missa tamarhaldi á dystinum eina løtu í fyrra hálvleiki, men strammaðu væl upp aftur.

Áskoðarar: 100.

Onnur úrslit í kvøld:

??rslitini hjá kvinnunum:
VÍF - Stjørnan 39-21
Kyndil - Neistin 30-26

??rslitini hjá monnunum:
VÍF - H71 25-22
KÍF - StÍF 27-25
Kyndil - Neistin 18-18

Í morgin verður kvinnudystur á Giljanesi kl. 20.30, har Søljan tekur ímóti StÍF

Støðan - Fremsta deild kvinnur.
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Kyndil3807195
2Neistin39668284
3VB25632243
4VÍF3807912
5StÍF2474702
6Søljan11034-240
7Stjørnan23775-380


Støðan Atlantic Airways-deildin.
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Kyndil38057235
2VÍF37759184
3KÍF2595544
4Neistin36174-133
5StÍF36777-102
6H7124652-60
7Team Klaksvík24864-160

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder