Mentan

Kendur havnarmaður 75 ár

...

2016-11-19 11:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sunnudagin 20.november 2016 verður Marius Thomas Rein 75 ár.

Hann er havnarmaður í allar ættir, tí hann skal heili 6 ættarlið aftur at finna forfedrar, sum ikki vóru úr Havn. Men sjálvur mundi Marius endað sum kaldbaksmaður.

Á vári 1941 bumbaði týskurin Havnarvág. Foreldrini, Jens Pauli og Bette, sum hon varð kallað, flýddu inn til Kaldsbaks við børnunum, Eivindi, Áshild og Lilljuni. Í november sama ár skuldi mamman eiga barn. Jarðarmóðurin, hin kenda Frú Højgaard, kom til Kaldbaks, men helt ikki tað var ráðiligt at eiga harinni, so hon sendi boð eftir doktarabátinum Reyða Krossi. Tey í sjaskveðri til Havnar, og komu akkurát inn á sjúkrahúsið, har Marius varð borin í heim. Familjan Rein fór ikki aftur til Kaldbaks at búgva.

Foreldrini bygdu á Abbatrøð í Havn. Pápin var Jens Pauli Rein, sonur Bebbu av Tórgarði og skiparan Marius Rein, og mamman var Bette (Turid Elisabeth), sum var einasta dóttir smiðin Tummas Arge og konuna Rasminu.

Í 1949 flutti familjan av Abbatrøð niðan á trøðna við Hoyvíksvegin. Nú er alt avbygt har, men tá vóru húsini sera fá. Har varð hildið at vera sera vindhart, og tí vórðu húsini bygd fram eftir jørð. Marius gekk í barnaskúla hjá nonnunum. Haðani fór hann oman í realskúlan, har hann tók prógv í 1958.

Nógv lív var í skótarørsluni í Havn í fimmti- og sekstiárunum. Marius Rein kom upp í úlvaflokkin hjá Skótaliði Sigmunds Brestissonar fyrst í fimmtiárunum. Skótalegurnar vóru nógvar, t.d. í Fámjin, Danmark, á Eiði og við Gjógv. Skótarnir runnu á øðrum sinni Tingakrossrenning úr Tjørnuvík til Havnar í 1959. Marius var ein teirra. Hann er framvegis virkin í skótaliðnum 2. rovaraflokki.

Marius plagdi sum skúladrongur at ganga mammubeiggjanum Niels L. Arge til handa á verkstaðnum á Kongabrúnni. Eftir realskúlan fór hann til skyldmannin Hansmann Tórgarð at arbeiða eitt skifti, og seinni fór hann á Veðurstøðina. Í 1960 søkti útvarpið eftir teknikara, og Marius bjóðaði seg fram. Hann byrjaði 15. september. Tað er ikki ov nógv sagt, at hann saman við øðrum undangongufólkum var við til at bróta slóð og menna nýggja útvarpsmiðilin.

Í útvarpinum var hann fyrst og fremst teknikari, og mong eru hoyrispølini, skaldsøguupplestur, samrøður, sangupptøkur og V4 sendingar, sum Marius hevur tikið upp og snikkað til. Fyrsti leikurin, hann var við til at gera, var Páll Fangi. Hann varð sjálvur settur at hava sendingina ???Tónleikur fyri hálvvaksin???. Eisini ferðaðist hann dúgliga til ítróttakappingar, stevnur og aðrar hátíðir. Í 1967 fór Marius niður til Danmarkar, har hann var í starvi sum programmteknikari hjá Danmarks Radio í góð tvey ár.

Marius kom aftur úr Danmarks Radio í 1969. Trý ár seinni var hann partur av útvarpsmanningini, sum segði frá spennandi og søguligu olympisku leikunum í Munchen í 1972.

Í 1987 fór Marius nýggjar leiðir. Hann fekk starv á nýggju løgtingsskrivstovuni og varð tilnevndur 1.tingskrivari. Hann var millum annað fastur skrivari hjá fíggjarnevndini til 1. februar 2003, tá hann tók yvir skrivara- og ráðgevarauppgávur, ið viðvíkja Norðurlandaráðnum og ??tnorðurráðnum. Sum 70 ára gamal gavst hann á løgtingsskrivstovuni í 2011.

Marius Rein er framvegis ein sera virkin maður. Síðan 2008 hevur hann verið deknur við Havnar kirkju. Ofta verður heitt á hann um at siga frá um gomlu Havnina. Fleiri vetrar hevur hann staðið fyri gongutúrinum ???Við Mariusi í býin???, sum Kvøldskúlin skipar fyri.

Hann hevur tiltikið gott minni, og er kendur fyri sína stóru vitan um stórt og smátt. Onkur hevur kallað hann fyri eitt reikandi Wikipedia. Hann lesur nógv, lurtar nógv eftir øllum norðurlendskum út-og sjónvørpum og minnist avbera væl. Góða minnið og stóra vitanin kom væl við, tá ið hann farna vetur tók lut ??? og vann - spurnarkappingina hjá Kringvarpinum ???Á Qvistinum???.

Marius Rein er giftur við Kristianu Rein, fødd Nielsen. Í fjør hátíðarhildu tey gullbrúdleyp. Marius og Kristiana eiga trý børn: Dánjal (1966), Janus (1974) og Onnu (1978). Ommu- og abbabørnini eru fimm í tali: Tummas (1994), Kristianna (2011), Marius (2014), Sigga (2014) og Pól Jóhannes (2015)

75 ára føðingardagin hátíðarheldur Marius Rein við sínum nærmastu.

Vinfólk

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder