Mentan

Karnival setur gongd á Summar Festivalin

...

2019-08-08 06:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinnapartin hósdagin fer karnivalgonga ígjøgnum Klaksvík


Summar Festivalurin er seinastu árini skotin í gongd við einum festligum karnivali har stór sum smá eru hjartaliga vælkomin at luttaka. Soleiðis verður aftur í ár.

Karnivalið verður seinnapartin hósdagin, og á odda fyri skrúðgonguni verða Silvi, Gula Bamsan, Trølla Pætur og ein risastórur dinosaurur. Eisini verða nakrir av Føroya bestu dansarnum og rættir víkingar við í gonguni.

Skrúðgongan fer úr Klaksvíksgarðinum hósdagin kl. 14:00, og gingið verður til Badmintonhøllina, har Silvalandið á Summar Festivalinum samstundis letur upp.

Børn og vaksin eru vælkomin at ganga við í skrúðgonguni, og tey kunnu verða við at seta dám á við búnum, ljóði ella annað.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder