
Portal.fo skrivar:
Tað staðfestir Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti íútvarpinumfyri løtu síðani. Bakkafrost hevur í dag sagt 147 fólkum úr starvi.
- Kappingin á marknaðinum er harðari nú. Tað er eingin ivi um at tað er ein partur av hesum her, sigur Regin Jacobsen.
Orsøkin til nógvu uppsagnirnar í dag eru vantandi framleiðslu ordrar í eitt tíðarskeið. Hetta ger, at minni arbeiði verður, og tí sær fyritøkan seg noyddan at gera tillagingar í starvsfólkahópinum. Vanliga arbeiða 300 fólk á Góðskingarvirkinum á Glyvrum, men um ein knappan mánaða er ikki nokk av arbeiði til øll hesi fólkini. Men Regin Jacobsen hevur ikki mist mótið.
- Vit eru væl fyri uppá allar mátar og kappingarførið er gott. Vónandi finna hesi fólkini eitt annað arbeiði, og vit fara annars at gera alt fyri at tey kunnu koma aftur til arbeiðis, sigur hann við útvarpið hjá Kringvarpinum.
Uppsøgdu starvsfólkini kunnu arbeiða hjá Bakkafrosti restina av januar mánaða.
Bakkafrost vónar, at virksemið er á vanliga støðinum í seinnu hálvu av 2018, og at seta fólk aftur í starv tá.
Les eisini:147 starvsfólk søgd úr starvi á Bakkafrosti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald