Klaksvík
- Tilboðini uppá 3. útbjóðingarumfar á Skúlatrøð hildu seg innanfyri fíggjarkarmarnar, og tískil kunnu vit fegnast um, at allir partar av byggiskránni verða framdir, sigur Jóhann Lützen, formaður í trivnaðarnevndini børn & ung.
Sum kunnugt fer fram stór nýbygging á Skúlatrøð. Vit hava sæð, at skúlagarðurin niðan móti Heygavegi er gjørdur av nýggjum, og eisini er útgrevstrararbeiðið, fundament, høli til teknikk v.m. gjørt, samstundis sum spillivatnsleiðingar eru avgreiddar í økinum.
Fyri framman er nú 3. útbjóðingarumfar, sum fevnir um sjálvt byggiarbeiðið, har hetta 1. byggistigið fevnir um skúlagarð millum Snjallubjallu og fyrrv. ??sáskúlan, skúlagarð vestan fyri fyrrv. Skúlan á Ziskatrøð, heimaøki til 4. ??? 9. Flokk, serskúla, skúlabókasavn, amfitrappu við palli og felagshøll við tænastudepli og matarhøll.
Kappingarførar fyritøkur
??tbjóðingarhátturin hevur heilt víst gjørt sítt til, at innkomnu tilboðini hava ligið innan fyri metingina, við at ymsu arbeiðstøkurnar eru blivnar bjóðaðar út hvør sær og ikki í høvuðsenterprisu.
Tað eru fyritøkur í kommununi sum hava latið inn tilboð, og hava tær enn einaferð prógvað, at tær veita ein kappingarføran prís.
- Hetta er størsta einstaka verkætlanin hjá Klaksvíkar kommunu nakrantíð, og sum eg áður havi ført fram, so skerst tað ikki burtur, at sveinastykkið ??? bæði hjá mær persónliga og hinum í býráðsmeirilutanum ??? er hesin nýggi skúlin í Klaksvík, har hetta fyrsta byggistigið fyri 100 mió. kr. verður klárt at taka í nýtslu í 2018, sigur Jóhann Lützen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald