Í dag 26. mai fór kanningarlið úr Føroyum til Grønlands. Leiðin gongur til gomlu Føroyingahavnina og Nordafar at máta upp hús og bygningar, sum enn standa uppi.
Endamálið við kanningarferðini er at skráseta og skjalfesta hesar báðar føroysku støðir í Grønlandi. Forkanningin er neyðug fyri at taka støðu til, hvat skal henda við Føroyingahavnini, Nordafar og øðrum smærri føroyskum útróðrarstøðum í Vesturgrønlandi. Talan er um bygningaleivdir í Ravns Stóroy frá 1926, í Føroyingahavnini frá 1927, leiðum við Toqqusaq frá 1934 og Færinge Nordhavn í Aasiaat økinum frá 1939. Nordafar-støðin var virkin í árunum 1953 til 1985.
Tað er greitt, at alt enn hýkur uppi. Føroyingahavnin og Nordafar eru í vánaligum standi. Tað er eitt politisk ynski frá grønlendskum myndugleikum at Føroyar rudda upp eftir sær, men áðrenn støða verður tikin til burturbeining, varðveiting ella partvísa varðveiting, verður neyðugt við einari forkanning. Tí setti Løgmansskrivstovan í fjør vár ein stýrisbólk at standa fyri at fyrireika forkanningina. Andras Mortensen, søgufrøðingur, er formaður í stýrisbólkinum. Hinir í bólkinum eru Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, og Sjúrður Rasmussen, løgfrøðiligur ráðgevi á Løgmansskrivstovuni. Víst hevur verið á týdningin at greina spurningin um, hvussu farast skal fram fyri at minka um umhvørvisampan av, at gomlu støðirnar forfarast. Stakroyndir av byggitilfarinum í Føroyingahavnini og Nordafar verða eisini gjørdar. Somuleiðis fer fram ein innsavning av ídnaðar-, sosial- og mentanarsøguni í Nordafar, og tí verður staðkendur heimildarmaður við á ferðini.
Ein frágreiðing verður orðað seinni, sum verður latin landsstýrunum í Føroyum og Grønlandi.
Við á ferðini eru arkitekturin Bárður í Baianstovu og byggifrøðingurin Helgi Johannesen frá Landsverki, Max Cecil Weihe, fyrrverandi stjóri á Nordafar og Erland Viberg Joensen, savnvørður á Søvnum Landsins, sum leiðir kanningarliðið. Søvn Landsins hevur ábyrgd av kanningarferðini.
Forkanningin fer fram í tøttum samstarvi við grønlendska tjóðsavnið, Nunatta Katersugaasivia Allagaateqarfialu. Grønlendskir savnvørðar standa fyri at 3D-avmynda, skráseta og skjalfesta Føroyingahavnina og Nordafar og økið nærhendis. Grønlendska tjóðsavnið fer serliga at varpa ljós á mentanarsøgulig sjónarhorn og virði. Forkanningin hevur harafturat eisini til endamáls at lýsa ídnaðararvin og ídnaðararvsvirðini har um leiðir.
Ein heimasíða er gjørd í samband við hesa verkætlan. Sí www.foroyingahavn.fo
Søvn Landsins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald