Granskingarráðið hevur játtað stuðul til Ljóðsmøðrafelag Føroya frá høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunnninum.
Stuðulin á 394.016 kr. er til eina kanningarverkætlan, sum kallast: ???Jod og D-vitamin støði hjá føroyskum barnakonum ásett í kosti, blóðroyndum og landroyndum???.
Ljósmøðrafelagið stendur fyri verkætlanini, sum fer at verða framd í samstarvi við Onnu Sofíu Veyhe, ljósmóðir og ph.d., sum verkætlanarleiðara. Hon starvast á Fróðskaparsetrinum.
Leggja lunnar undir framtíðar kanningar og tilráðingar til barnakonur og nýføddu børn teirra
Ljósmøðrafelagið sigur soleiðis um verkætlanina:
???Barnakonur fylgja somu kostráðum sum øll onnur, men ráðast at verða enn meir umhugsnar við sunnum og fjølbroyttum kosti. Tó verður mælt frá at eta ymiskan mat, t.d. ráar matvørur, ikki ov nógva livur og ikki meir enn 50 g av lakresi um dagin. Eisini verður mælt til at taka ávísar vitaminir. Men fylgja føroyskar barnakonur hesum tilráðingum? Tað vita vit ikki. Ein kostkanning varð gjørd fyri næstan 20 árum síðan við barnakonum, men bæði kostur og tilráðingar eru broyttar nógv síðan tá.
Tá talan er um einkult føðsluevni, er jod mangul ein alheims trupulleiki, og treytað av, nær í lívinum og hvussu ring støðan er, kann hetta føra til viðføtt brek, sálarligt menningartarn, struma, ólag í skjaldkertlinum og veik andsevni. Á lívsleiðini er tað í móðurlívi serstakliga týdningarmikið fyri okkum menniskju at fáa nóg mikið av jodi, og einasta keldan hjá ófødda barninum er tað, sum kemur frá móðurini. D-vitamin fáa vit einamest frá sólarljósi, men tað er kent, at fólk á norðari hálvkúluni hava ilt við at fáa nóg mikið tess longur norð vit fara, serliga vetrarhálvuna, og tað er torført at eta seg til nóg høgar konsentratiónir við kosti aleina. Kanningar úr Føroyum vísa, at børn í aldrinum 5-9 ár hava lága D-vitamin konsentratión, men vit vita ikki, hvussu støðan er hjá barnakonunum og tí nýfødda barninum. Illgruni er um, at barnakonur, sum hava lág virði, eru í størri vanda fyri ymsum koplikatiónum í viðgongutíðini og at ófødda barnið ikki trívist so væl sum tað annars kundi.
Hóast vit vita týdningin av jodi og D-vitamin og árinini sum kunnu standast av ov lágum konsentrationum í kroppinum, vita vit heldur einki um støðuna hjá føroyskum barnakonum. Henda verkætlanin hevur til endamáls at kanna, um barnakonur fylgja kostráðunum, og hvussu nógv D-vitamin og jod er í kostinum, umframt at kanna D-vitamin í blóði og jod konsentratiónina í landi. Hetta verður fyrsta stigi á leiðini at fylgja støðuni og kann ein slík kanning leggja lunnar undir framtíðar kanningar og tilráðingar til barnakonur og nýføddu børn teirra.???
Høvuðsøki 1
Høvuðsøki 1 er eitt av trimum økjum hjá Sjúkrakassagrunninum. Frá Høvuðsøki 1 ber til at søkja stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum. Føroysk áhugafeløg, ið umboða fólk, sum bera brek og feløg innan eldraøkið, sjúklingafeløg og fakfeløg, kunnu søkja um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum.
Kanningarverkætlanir eru at rokna sum eitt slag av undanverkætlan til gransking ella ein minni granskingarverkætlan. Áhugafeløg kunnu søkja um stuðul til at gera kanningarverkætlanir innan t.d. sosiala heilsu, heilsufremjan, fyribyrging, røkt, viðgerð og endurmenning. Kravið er, at kanningin skal gerast saman við fólki, sum minst hevur eina miðallanga/langa útbúgving (bachelor ella masterstig) og er knýtt at hóskandi fakligum vegleiðara/ábyrgdarhavara.
Yvirlitið yvir allar játtanir frá høvuðsøkið 1 eru at síggjaher
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald