Mentan

Kanadiski sangarin Reg og danski klaverspælarin Andreas vitja Føroyar

...

2016-08-22 12:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kanadiski sangarin Reg Downey og danski klaverspælarin Andreas Flensted vitja í Føroyum frá 22. ??? 28. August. Teir hava sungið og spælt saman í mong ár, og hava vitjað onnur lond m.a. Kanada og Noregi.

Meðan teir eru í Føroyum fara teir at hava hesar konsertir:

Mánadag 22. August kl. 20.00 í Filadelfia í Havn

Týsdag 23. August kl. 19:30 í Vágs kirkju

Hósdagin 25. August kl. 20:00 í Vesturkirkjuni í Havn

Fríggjadagin 26. August kl. 14:00 á Ellisheiminum í Runavík

Fríggjadagin 26. August kl. 20:00 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Sunnudagin 28. August kl. 16:00 í Christianskirkjuni í Klaksvík

Konsertirnar eru ókeypis, tó ikki í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har kostnaðurin er 100 kr.

Konsertirnar hjá hesum báðum eru altíð merktar av meira enn bara góðum tónleiki. Reg Downey hevur serligar gávur at tulka sangirnar, soleiðis at teir bæði geva vón, gleði og eisini kunnu verða skemtiligir.

Hetta er fyrstu ferð at Reg Downey vitjar í Føroyum, meðan Andreas hevur verið her fyrr, tá saman við einum klassiskum fiólspælara.

Teir gleða seg báðir til at møta føroyingum, føroysku náttúruni og eisini føroysku mentanini.

Her eru nøkur dømi um, hvørjar sangir teir fara at framføra:

What a wonderful World

Through the Dark of Night (Martin Smith

You raise me up

Somewhere over the rainbow

Midst og the Storm (Reg Downey)

Song of freedom (Reg Downey)

Love me tender

Bridge over trouble Water

The Holy City (Jerusalem) etc.

Høvi verður eisini at keypa nýggju fløguna hjá teimum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder