2016-07-31 10:29
Summar Festivalurin hevur fingið nýtt øki til húsvognar
Á hvørjum ári fær Summar Festivalurin vitjan av meiri enn 200 húsvognum, og soleiðis er aftur í ár.
Ein týðandi broyting er við undanfarin ár, tí stóra campingplássið á Sandinum er ikki tøkt í ár, tí har verður nýbygging av íbúðum gjørd.
Tí verður nýtt campingøki skipað á vestaru bryggju. Har kunnu upp til 140 húsvognar halda til. Eins og undanfarin ár verða øki á Stongunum, við Føroya Bjór og á stadionøkinum brúkt til campingvognar. Tey økini taka millum 30 og 40 vognar hvørt.
Kampingplássini lata upp mikudagin 3. august kl. 13.00, og streymur verður tøkur á øllum økjunum frá kl. 18.00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald