Vinna

Kambur landar mánadagin í Kollafirði

...

2018-02-10 13:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Kambur skal landa veiðuna, sum teir komu heim við av Flemiish Cap, mánadagin. Kambur hevur 210 tons av frystum fiski - so gott sum alt er toskur.

Mett verður frá landingarmiðstøðini Barðið, sum stendur fyri landingini, at teir landa bæði mánadagin og týsdagin.

Meginparturin er góður toskur, prísurin skipini fáa er góður, mett verður, at meðalprísurin fer at liggja um 23 kr fyri kilo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder