2018-10-01 09:04

Kambur, sum hevur verið til fiskiskap í Grønlandi kemur á Kollafjørð seinnapartin í dag við 190 tonsum, harav 2/3 er toskur og restin er ymisk fiskasløg. Kambur var á fiskileiðini í ein mána.
Kambur skal landa í Kollafirði, tað er Barðið í Havn, sum tekur sær av landingini.
Tað eru 15 mans við Kambi, skipari er Mortan Mortensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald