Hvat er ein góður lærari? Hendan spurningin hevur Mentamálaráðið nýliga sett fram í einum stuttfilmi í sambandi við ráðstevnu fyri fólkaskúlalærarum í Føroyum. Fríggjadagin 17 november kom Kalpana Vijayavarathan við áhugaverdum íkøstum til at svara hesum spurningi á økinum, sum hon hevur granskað farnu 3 árini.
Kalpana Vijayavarathan vardi ph.d.-ritgerð sína frammanfyri eini fittari fjøld av fólki í høllini á Námsvísindadeildini.Her vóru serliga familja og vinir, starvsfelagar frá Námsvísindadeildini og øðrum deildum á Fróðskaparsetrinum, fyrrverandi starvsfelagar og lærarar ymsa staðni frá. Tey upplivdu eina drúgva og gjølliga verju, sum í eins stóran mun var ein faklig samrøða sum ein próvtøka.
Les meira:
http://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/kalpana-vijayavarathan-vart-ph-d-a-frodskaparsetrinum/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald