2017-05-10 20:25
Tíðindaskriv:
Kafékvøld við Tóroddi Poulsen á Býarbókasavninum
Týsdagin 16. mai skipar Býarbókasavnið í Havn fyri kafékvøldi, har Tóroddur Poulsen verður gestarithøvundur.
Tóroddur Poulsen, skald og fjøllistamaður v.m., býr í Danmark, og tí er hetta eitt serstakt høvi hjá føroyingum í Føroyum at hoyra hann lesa upp sínar egnu yrkingar og práta um ymiskt, sum upptekur hann í hansara virkna og fjølbroytta listaliga virksemi.
Kafékvøldið verður týskvøldið 16. mai kl. 19-21, og tað er ókeypis atgongd. Arnbjørn ??. Dalsgarð, býarbókavørður, er vertur.
Býarbókasavnið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald