Mentan

Kærleiki í verki

...

2021-10-02 10:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Kærleiki í verki

???Av tí t lógloysið økist, skal kærleikin kólna hjá teimum flestu???Matteus evangeliið kapittul 24.

Kærleikin skal kólna hjá teimum flestu, sigur Jesus. Orðið kærleiki surrar sum ongantíð fyri oyrum okkara - á arbeiðplássum, í guðshúsum, í tinginum o.a.s. Orðið er nærum við at vera líka uppslitið sum tosið um veðrið. Danski biskupurin Kai Jensen, sáli, segði einaferð: inflatión er komin í kærleikan.

Nær verður eitt orð uppslitið? Tað verður tað, tá ið vit brúka tað uttan veruliga at fremja í verki tað, sum vit tosa um. Orsøkin til kensluna av, at orðið kærleiki er við at kólna, er helst tí tað verður brúkt og sett eitt nú samband við, tá íð ríkisleiðarar á sjónvarpsskíggjanum síggjast hálsfevnast hóast vit vita, at tær samráðingar, teir skulu hava, ikki føra til nakra hálsfevnan. Oftast hava vit ikki meira enn vent okkm á gólvinum, so eru avtalurnar brotnar ella samráðingarnar slitnaðar.

Sannur kærleiki er ikki føgur orð, men lív. Kærleiki liggur ikki í ávísari nøgd av orðum, men í lívinum, sum livir orðini í verki. Tað, sum Jesus segði, gjørdi hann eisini. ??ll orð hansara um líðing og deyða sín, fullførdi hann út í æsir, tí hann er sjálvur kærleikin.

Kærleikin sýnir seg á ørmum og beinum, hondum og fótum, tá ið hesir limir røra seg og eru virknir við hjálp og við tí góða. Vit kunnu koma við fínum og vælformaðum orðum og fáa rós fyri, hvussu flott tey eru, men tey røkka ofta ikki longur enn niður til høkuna.

Kærleiki, sum sæst í verki.

Kærleikin skal kólna hjá teimum flestu, sigur Jesus. Hjá teimum flestu. Men smáar gløður eru tó altíð at finna onkunstaðni. Ein maður sigur, at hann sá henda virkna kærleikan í hjúnalagnum hjá foreldrum sínum. ???Tess verri mamma mín fekk tað í sváru sjúku síni, tess íðnari gjørdist lívið hjá pápa mínum at veita henni linna. Hann bað um, at starvsfólkið á sjúkrahúsinum setti eina song inn á stovu hennara. Hann vildi avgjørt vera har fyri at vera vísur í, at henni ikki tørvaði nakað. Pápi var fámæltur, kærleiki hansara sat ikki bara á tunguni við fínastu kærleiksorðum; hansara kærleiki hevði armar og bein, hendur og føtur. Hann gekk nógvar kilometrar til arbeiðis hvønn morgun og aftur til hennara um kvøldið í hesi fyri henni so sváru tíð. Ta var ein gáva frá Guði, at evnir hansara at elska vuksu, tá ið tað hevði so stóran týðning fyri hana.

Hann gjørdi av kærleika tað, sum Jesus vildi havt gjørt.???

John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder