Mentan

Juvél 2 og missión Grønland - ein spennandi ferð til Norðurgrønlands

...

2019-02-26 07:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað eru 12 ár liðin síðani Juvél 2 fór sín fyrsta missiónstúr til Grønlands, og síðani tá hevur Juvél 2 farið um kappan við føroyskari manning á hvørjum ári til andaligan fiskiskap bæði í Vesturgrønlandi og Eysturgrønlandi.

Nógv eru støðini, sum eru vitjað síðani fyrsta ferðin varð gjørd í 2008. Grønlendingar í hundratali hava vitjað umborð hetta tíðarskeiði, og tað kann staðfestast í dag, at hvíta skipið við fiska- og bíbliusymbolinum frammi á bógnum og Jóhannes 3,16 á skortsteininum, er eitt væl kent og høgt elska skip í nógvum grønlendskum havnum.

Kristiliga Tíðindasendingin hitti ??la Steinberg umborð á Juvél 2 í gjár, og hann sigur, at aftur í ár verður farið missiónsferð til Grønlands. Eftir ferðaætlanini kemur ferðin at vara í knapt 4 mánaðir. Farið verður úr Klaksvík 27. mai og komið verður aftur á Klaksvíkina 18. september.

THULE

??li sigur, at sum nakað nýtt í ár, so verður siglt heilt norður til Thule. Har hevur Juvél 2 ikki verið áður, men teir hava vitjað einferð áður í Thule, og tað var við Sildberanum í 1977, sum tá var brúktur sum missiónsskip. Tað verður siglt úr Nuuk til Thule, og á leiðini verður vitjað og evangeliserað í umleið 40 bygdum og býum í Vesturgrønlandi.

Tað verður komið til Thulefyrst í august. Har verður steðgað nakrar dagar, tá tað verður evangelisera bæði við húsavitjan og møtum í lokala forsamlingshúsinum. Vitjanin í Thule er ein áhugaverd avbjóðing fyri manningina og leiðsluna umborð á Juvél 2, við tað, at hetta er fyrsta vitjanin í Thule seinastu 40 árini hjá Missión-Grønland. Har liggur eisini Amerikanski hermannabasin, vanliga róptur Thulebasin, har bæði føroyingar, danskarar og amerikanarar halda til. Við á ferðini til Thule verða m.a. Karsten Hansen og Ludvíg Petersen, og skipari á ferðini verður Olaf Kruse av Eiði.

MASKINMENN

??li Steinberg sigur við Kristiligu Tíðindasendingina, at teir hava ikki maskinmeistara til allar 4 mánaðarnar í ár. Hann sigur, at teir hava tørv á maskinmeistara í tíðarskeiðinum 27. mai til 04. juli og frá 12. august til 18. september. Møguleiki er at býta tíðina ímillum sín eftir egnum ynski. ??li nevnir hetta sum eitt bønarevni, og vónar at onkur vil bjóða seg fram. Um onkur ynskir at vita meir um hetta, so er ein vælkomin at ringja til ??la Steinberg á telefon 275218 ella 457901. ??li sigur, at talan er um sjálvboðið arbeiði, har eingin løn verður útgoldin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder