Vinna

Jupiter landar aftur á Fáskrúðsfirði

...

2018-02-18 09:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Jupiter stevnir í verandi løtu inn eftir Fáskrúðsfirði við 950 tonsum av lodnu, sum teir skulu landa til Lodnuvinnsluna, teir sleppa framat at landa kl. 6 í kvøld, Jupiter landaði eisini mitt í vikuni á Fáskrúðsfirði.

Tað hevur gingið væl - Jupiter gjørdi trý køst. Lodnuskipini royna nú á Suður- Eysturlandinum, lodnan flytir seg skjótt vestureftir, summir bátar eru komnir vesturum Oyggjarnar.

Av teimum føroysku lodnuskipunum er í morgun bara Tróndur í Gøtu á fiskileið, Norðborg landar í Ánunum og Høgaberg og Finnur Fríði landa í Fuglafirði til Pelagos.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder