2018-11-09 18:46

Jupiter siglir inn av sildafeltinum norðanfyri, teir hava roynt á umleið 67N í altjóða sjógvi - Jupiter hevur góð 1.800 tons.
Vit á JN.fo tosaðu umborð fyrr í dag, teir søgdu, at fitt av sild at fáa í altjóða sjógvi norðanfyri, har var okkurt føroyskt skip, nøkur russisk og nøkur íslendsk.
Teir rokna við at verða á Tvøroyri kl. 3 í nátt, teir høvdu eitt fríkst lot ímóti, ættin var landsynningur.
Í løtuni landar Tróndur í Gøtu á Tvøroyri, teir verða liðnir fyrrapartin í morgin og tá sleppir Jupiter framat.
Jupiter fer aftur á sildaveiðu, tá ið liðugt verður at landa, helst seint seinnapartin mánadagin.
Myndirnar hevur Jonhard Danielsen sent okkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald