Vinna

Jósup er á Slættanesi

...

2018-08-05 10:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í samband við at Visit Vágar skipar fyri kirkjugongd á Slættanesi og gongutúri av Slættanesi til Gásadals, sigldi Jósup av Oyrargjógv til Slættanesar við nógvum fólki í morgun.

Nýggj lending er gjørd á Slættanesi og er Jósup fyrsta skipið, sum brúkar nýggju lendingina.

Rátt verð tó til ikki at brúka lendingina enn, tí har eru stengur, ið stinga út úr lendingini, sum helst ikki skulu fáa skaða.

Væntandi verður lendingin klár at taka í brúk um 20. august.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder