Mentan

Jórunn er nýggjur leiðari í Garnhúsinum

...

2019-11-03 21:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sunda Kommuna skrivar: Garnhúsið hevur fingið nýggjan leiðara. Sunda kommuna hevur sett Jórunn Gudmundsen í starvið. Hon er longu byrjað í starvinum.

Jórunn Gudmundsen hevur arbeitt nógv við børnum og ungum bæði innan ítrótt og tónleik o.a. Hon er er 26 ára gomul, hevur skrivstovuútbúgving og er tekur leiðsluútbúgving.

Sunda kommuna bjóðar Jórunn hjartaliga vælkomnari í starvsfólkahópin. Samstundis vilja vit takka Hans Andriasi fyri tíðina.

Garnhúsið á Oyri er ungdómshús og tilhaldsstað hjá ungdómi úr allari kommununi. Opið er týskvøld og fríggjakvøld.
Á myndini síggjast fráfarandi leiðarin, Hans Andrias Olsen og nýggi leiðarin Jórunn Gudmundsen úti í Garnhúsinum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder