JN

Jørgen Niclasen fyrireikar sakarmál móti Kringvarpinum og Portalin

...

2014-01-09 05:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Síðani 19. desember 2013 hevur Kringvarp Føroya gjøgnum bæði útvarpið og sjónvarpið og portal.fo áhaldandi sett fram skuldsetingar mótvegis mær um, at eg skal hava snýtt tollvaldið í sambandi við, at eg í eitt tíðarskeið fyri útvið 25 árum síðani var stjóri fyri P/f N. Niclasen í Sørvági.

Hesi tíðindi eru ósonn. Tað undrar eisini meg, at Kringvarp Føroya sum almennur stovnur heldur á at bera hesi ósonnu tíðindi, hóast at eg í samrøðum bæði við útvarpið og sjónvarpið staðiliga havi víst hesum skuldsetingum aftur..

Tíðindaflutningurin í Krigvarpi Føroya er grovt ærumeiðandi og í stríð við galdandi reglur um góðan fjølmiðlasið.

Eg havi tí biðið ein advokat kanna málið við atlitið til at taka neyðug stig í málinum.

Kringvarp Føroya er eisini vitandi um, at málið hevur verið kannað av løgregluni, og at niðurstøðan hjá Føroya Landfúta longu í 1994 var m.a. hendan:

,,Med hensyn til de forhold, der drejer sig om udlevering af afgiftspligtige varer, der fandt sted efter den 1. februar 1992, anføres det bl.a. i skrivelsen til de færøske told- og skattemyndigheder, at det efter embedets opfattelse ikke er muligt at godtgøre strafbart forhold(mín undirstriking), hvorfor der ikke er fundet anledning til at foretage yderligere efterforskning udover, at der vedlægges otte rapporter, som indeholder afhøring af ansatte hos de færøske told- og skattemyndigheder.???

Sørvágur, 8. januar 2014

Jørgen Niclasen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder