Vinna

Jon Edvard Petersen er skipari á nýggjasta skipinum hjá Mærsk

...

2017-10-31 20:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sandavágsmaðurin Jon Edvard Petersen er skipari á nýggjasta skipinum hjá Mærsk - MONACO M??RSK.

Handanin fór fram undir einari lítlari samkomu umborð, har umboð frá reiðarínum var til staðar. Fyrst voru øll boðin vælkomin og so var tað sum verður kalla fyri champagnu bróting. Síðan varð yvirtøkan undirskriva. Eftirfylgjandi varð Koreanska flaggið tikið niður og Dannebrog heisa upp. Til siðst bleiv reiðaríð flaggi heysa eisini.

Skipið er tað 5 í røðini av eini seriu uppà samanlagt 11 skip, ið blivu bíløgd í 2015 á Koreansku DSME skipasmiðjuni í Okpo, nærhendis Pusan. 5 onnur skip til Mærsk í hesi seriuni eru í løtuni meir elle minni liðug aftrat. Harumframt eru eini 20 skip í gerð eisini, samstindis. Tað síðsta hjá Mærsk verður sett í dokkina komandi mánaða og sett saman har. Væntandi verða øll skipini til Mærsk handa i juni 2018.

Í løtuni arbeiða umleið 22000 folk á skipasmiðjuni. Tá mest varð at gera fyri 2-3 árum síðani vóru tey 40000. Haraftrat minst líka nógvir undirleverandørar, sigur Jon Edvard Petersen við JN.fo.

Fakta um skipið.

 Longd 399 metrar Breidd 58,6 m, mesta hædd 76,84 m.

 Skrokkvekt 66850 t Fult lasta skip, samlað vekt 256000 t við 16 m djúbgangi. Er klárt til 17 m djúbgang eisini. Tá verður samlað vekt 276000t 

2 høvuðsmaskinur hvør 31000KW 2 bógskrúvur hvør 2500KW Mesta ferð við last 23,4 kn 

Lastar upp til 20568 20 fóts bingjur. Harav upp til 1000 kølibingjur.

Les eisini:

MILIAN M??RSK yvirtikin - skipari og maskinstjóri eru føroyingar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder