Gott nýtt kirkjuár øll somul.
Í kvøld mikukvøldið 1. december kl.19.30 verða jólini sungin inn í Sandavágs kirkju.
Sungnir verða góðir, kendir jólasálmar, og prestur fer at hava eina lítla andakt.
Hóast koronastøðan er, sum hon er, hevur kirkjuráðið gjørt av í samsvari við nýggju tilmælini hjá Fólkakirkjuni, at fyrsta tiltakið í nýggja árinum uttan fyri vanliga kirkjugongd verður hildið sum ætlað.
Hóast ávísar avmarkingar, serliga í samband við pláss og plaseringar, nýtist ongum at halda seg aftur. Roknað verður við, at fólk sjálv vita, um tey eru í serligum vanda fyri at verða smittað, ella smitta onnur, og tí eisini taka síni egnu fyrivarni. Tað verður ikki biðið um at sleppa at síggja koronapass ella koppsetingarváttan.
Tiltakið verður stroymt á
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald