Mentan

Jólavónin

...

2016-12-03 09:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

At jólini eru í hondum byrjar nú at síggjast í bygd og í bý. Jólatrøðini verða tendrað, tað verður pyntað inni og úti, nógv tiltøk eru at fara til, fleiri hava verið ella fara komandi tíðina til tað árligu jólaveitsluna saman við starvsfólki og vinum.

Ein sera hugnalig og vónrík tíð hjá teimum flestu.
Ein tíð har kenslurnar hjá okkum koma meira til sjóndar. Eisini ein tíð har tey, sum hava tað tungt, kann tykjast uppaftur tyngri.
Har trupulleikar eru av f.eks. alkoholmisnýtslu koma meira til sjóndar. Har jólavónin er skift út við tann dýrt keypta rúsin.
Tað eru tó nógvar familjur, sum hava funnið vónina aftur, har misnýtarin hevur verið í viðgerð fyri alkoholismu. Men í nøkrum førum kann sjúkan ikki lekjast. Og hvat er alternativið tá! Tað er eitt lív í einsemi, vónloysi og upploystum familjum.
Kann tað ikki hugsast, at vit einaferð fáa eitt "viðgerðar"-heim, har tað eisini er pláss fyri teimum sum ikki gerðast frísk! Ella sum ein liður í viðgerðini. At tey fáa eitt virðuligt lív.
Eitt heim við kristnum virðum, HANN er ókeypis og er ofta førur fyri at taka yvir, har vit ikki orka, megna og skilja.
Ein partur av fíggingini kundi komi frá tí dýrt keypta rúsinum úr Rúsuni, tað hevði nokk ikki pynta uppá tølini á botnlinjuni, men avgjørt uppá andlitið úteftir.
Bert ein tanki henda 1.sunnudagin í advent, ein tanki sum kan loftast, vendast, snarast ella jordast.

Góðan sunnudag.

Linda Lauritsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder