Mentan

Jólaveitsla fyri føroyingar í Norðurjútlandið

...

2017-10-13 08:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroyingafelagið í Aalborg, vanliga rópt Álaborg, skipar fyri Jólaveitslu fyri føroyingar í norðurjútlandið.

Meira um veitsluna kann lesast her -LINK. Meira kunning um Álaborg er eisini at finna á heimasíðu okkara -LINK

Eitt meira virkið felag

Tey seinastu 3 árini hevur nevndin í Føroyingafelagnum í Aalborg arbeitt
miðvíst við, at gera felagið meira virki og áhugavert millum føroyskar útisetar
í Aalborg og Norðurjútlandi. Felagið var fyri fáum árum síðani tað vit kalla ein
???hygge klubbi??? við tveimum afturvendandi tiltøkum, jólaveitslan og
ræstkjøtaveitslan. Í 2017 hevur felagið skipa fyri umleið 30 tiltøkum í
felagshølunum, Álastova, og harafturat skipar felagið fyri innandura ítrótti alt
ári og nevndin arbeiðir framhaldandi við, at økja um talið av liðum, ið gera
ítrótt. Tá 2017 er liðugt miðar nevndin eftir at áleið 50 innandura ítróttartiltøk
hava verið, afturat teimum 30 í Álastovu.
Tað eru alsamt fleiri føroyingar, sum leiti sær til Danmarkar at nema sær
útbúgving. Í Aalborg merkja vit eisini júst hetta. Talið av lesandi veksur
støðugt, og venda fleiri sær til Álaborg í tráð við teirra leitan eftir tí føroyska
samanhaldinum

Vaksandi limatal

Limatalið er tvífalda frá 2016 til 2017, frá 100 til 212 gjaldandi limir, og
limatalið veksur støðugt til hvørt tiltak. Orsøkin til vøksturin er óivað arbeiðið,
ið nevndin hevur lagt í felagið sum hevur við sær, at felagið kann bjóða
áhugaverd og fjøltáttaði tiltøk til limirnir. Afturat hesum, so hevur felagið
verið sera virkin á sosialu miðlunum; Facebook, Instagram og Snapchat, og í
september mána almannakunngjørdu vit okkara nýggju heimasíðu. Nýggja
heimasíðan er miðdepilin í okkara samskifti. Nýggja heimasíðan er integrera
við áðurnevndu sosialu miðlarnar, og hartil gevur síða felagnum møguleika til
online sølu av t.d. atgongumerkjum. Nevndin í felagnum væntar, at limatalið
verður tað sama ella hægri í 2018, grunda á áhaldandi veksandi undirtøku til
hvørt tiltak hjá felagnum og víðari menningina av skránni og tiltøkum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder