Mentan

Jólatræið og jólabygdin á Sandi

...

2017-11-30 11:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygardagin 02. desembur kl 16 verða jólatræið og jólabygdin tendrað á Ljósafløtti.

Havstein Klein, prestur, talar.

Børn úr barnagarðinum og Ungdómskórið syngja jólasangir.

Aftaná verða kaffi, kakao, bollar o.a, at fáa á ovaru hædd á Bókasavninum.

??ll eru hjartaliga vælkomin.

Í samband við tiltakið selur Lions Club Tindur kalendarar og jóladekoratiónir. Peningurin fer óskerdur til vælgerandi endamál.

Jólamenninir hava aftur í ár boðað frá, at teir koma til Sands tá jólini nærkast. Lýst verður nærri seinni, nær teir koma.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder