Mentan

Jólasangløta við Siloakórinum og solistum

...

2017-12-19 07:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mikukvøldið, 20. des. kl. 20, verður jólalig sangløta við Siloakórinum og øðrum í Siloa í Fuglafirði.

Kórið fer at syngja einar 10 sangir ??? bæði a capella og við undirspæli og saman við solistum eisini.

Harumframt verður høvi at hoyra nakrar solistar framføra. Bárður á Lakjuni, Beinta Napoleonsdóttir og Maria á Lakjuni fara at syngja, og Sólja Hansen fer at spæla okkurt jólaligt á síni cello fyri okkum.

Oddur á Lakjuni hevur eitt lítið orð ??? og aftaná verður ein hugnaligur drekkamunnur.

??ll eru hjartaliga vælkomin!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder