Tíðindaskriv:
Jólamerkini 2019 eru komin ??? Heiðrik á Heygum teknaði
Posta gevur á hvørjum ári út jólamerki, har ágóðin av søluni fer óskerdur í Jólamerkjagrunnin, sum stuðlar verkætlanum til frama fyri børn og ung.
Í ár hevur Heiðrik á Heygum teknað jólamerkini og hevur hann valt at kalla útgávuna???Jól í miðøld???.
Listamaðurin sigur soleiðis um jólamerkini:
Føroyar hava sera unga listasøgu, og fyri 1850 varð mestsum onki hvørki teknað ella málað í Føroyum. Tí er miðaldarlist ikki til í føroyskum høpi, og eg helt tað vera stuttligt at spæla við tankan um, hvussu hetta tíðarskeiðið í føroyskari søgu kundi sæð út. Av tí at talan var um jólamerki, var sjálvsagt at tekningarnar eisini skuldu hava ein jólaligan dám.
Stílurin, eg havi brúkt, er úr trettandu øld. Eg havi fingið íblástur frá teimum gomlu bókunum, ið munkarnir teknaðu. Tó havi eg koyrt modernað føroysk eyðkenni í. T.d. eru føroyski búnin, maturin, báturin o.s.fr. við, tí tey eru serstøk fyri Føroyar. Ramman um merkini er eitt mynstur úr føroyska mannfólkabúnanum, tó við eini jólastjørnu sum blómu.
Jólamerkini fáast til keyps á posthúsum kring landið og á heimasíðuniwww.stamps.fo
Fimtan merki eru í arkinum, sum kostar 30 kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald