2017-12-19 13:36
Fríggjakvøldið 22. desembur kl 18.00 kemur jólaskipið til Sands.
Meðan vit bíða eftir jólamonnunum á keiini, lurta vit eftir jólatónleiki og fáa heitt kakao.
Brandbilurin koyrir jólamennirnar norð á Ljósafløtt, har dansað verður um træið, og børnini fáa pakka.
Bussur verður eisini úr Støðni.,
Á ovaru hædd á bókasavninum, verða holukøkur, gløgg, kaffi o.a. at fáa.
??ll, ung sum eldri, eru hjartaliga vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald