2017-12-19 13:38
Leygardagin 23. desember klokkan 15 hava jólamenn boða frá, at teir koma í býin á rossabaki.
Jólamennirnir gleða seg altíð at heilsa uppá øll børnini sum taka ímóti teimum, og eisini hesa ferðina hava teir okkurt við at bjóða børnunum.
Jólavikan hjá handlunum í miðbýnum er byrjað, og tað merkir at handlarnir hava longri opið.
Hvønn dag í jólavikuni er kórtónleikur í býnum, og somuleiðis jólamenn, sum heilsa uppá bæði stór og smá.
Frá fríggjadegnum 15. desember til fríggjadagin 22. desember hava handlarnir í miðbýnum opið til kl. 20.
23. desember hava handlarnir í miðbýnum tó opið til kl. 22.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald