Mentan

Jólamenn á rossabaki í Havn sunnudagin

...

2016-12-15 14:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sunnudagin 18. desember klokkan 15 hava jólamenn boða frá, at teir koma í býin á rossabaki.


Jólamennirnir gleða seg altíð at heilsa uppá øll børnini sum taka ímóti teimum, og eisini hesa ferðina hava teir okkurt við at bjóða børnunum.

Jólavikan hjá handlunum í miðbýnum byrjar fríggjadagin 16. desember, og tað merkir at handlarnir hava longri opið.

Hvønn dag í jólavikuni er kórtónleikur í býnum, og somuleiðis jólamenn, sum heilsa uppá bæði stór og smá.

Frá fríggjadegnum 16. desember til hósdagin 22. desember hava handlarnir í miðbýnum opið til kl. 20.

23. desember hava handlarnir í miðbýnum tó opið til kl. 22.

Sí annars skrá yvir tiltøk á jol.visittorshavn.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder