2019-12-20 15:01
Jólamenn á rossabaki
Sunnudagin 22. desember klokkan 15 hava jólamenn boða frá, at teir koma í býin á rossabaki.
Jólamennirnir gleða seg altíð at heilsa uppá øll børnini sum taka ímóti teimum, og eisini hesa ferðina hava teir okkurt við at bjóða børnunum.
Jólavikan hjá handlunum í Miðbýnum og í SMS er byrjað, og tað merkir at handlarnir hava longri opið.
Hvønn dag í jólavikuni er kórtónleikur í býnum, og somuleiðis jólamenn, sum heilsa uppá bæði stór og smá.
Frá mánadegnum 16. desember til leygardagin 21. desember hava handlarnir í Miðbýnum og í SMS opið til kl. 20.
Sunnudagin 22. desember hava handlarnir í Miðbýnum opið til kl. 20, tó hevur SMS opið til kl. 22.
23. desember hava handlarnir í Miðbýnum og í SMS opið til kl. 22.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald