Mentan

Jólaligt niðri við Vatn

...

2018-12-17 12:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Gróthúsini niðri við Vatn í Vágum eru sermerkt, vøkur og hugnalig, har tey liggja, og eru til stóra gleði og gagn um summarið. Í myrkrinum um veturin síggjast tey vanliga ikki, men aftur í ár hevur Betri saman við Miðvágs Róðrarfelag tikið stig til at jólaprýða gróthúsini við ljósketum, soleiðis at formurin á húsunum sæst. Jólasmátturnar minna um eina hugnaliga bygd.

At húsini daga fram ljósskrídd sær spennandi út og er við til at skapa ein serligan og heimligan jólahýr. Hetta er ein serlig jólaheilsan til lokalsamfelagið og allar føroyingar, sum koyra ella flúgva framvið.

Hetta, saman við Nykinum, sum stendur so hábarsligur og lýsir upp, ger tað hugaligt og lívligt at koyra fram við Vatninum í hesi myrku tíðini ??? tá má jólahýrurin koma.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder