Mentan

Jólakonsertir í Havn og á Toftum

...

2016-12-09 13:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygardagin fara Kristiliga Sangkórið og Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni at hava konsert í Dómkirkjuni í Havn og sunnudagin í Fríðrikskirkjuni á Toftum.

Nógvar jólakonsertir og jólaframførslur av ymsum slagi eru um hesa tíðina. Tvær av teimum vera ávikavist leygardagin og sunnudagin, tá Kristiliga Sangkórið og Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni fara at spíla seg út ávikvist í Dómkirkjuni í Havn og í Fríðrikskirkjuni á Toftum.

Kórini fara at framføra eini átta jólasangir hvør, umframt at tey eisini fara at syngja tveir sangir saman. Í flestu førum er talan um kend jólaløg.

Kórleiðarar eru Hanus Joensen fyri Kristiliga Sangkórið og Mikael Jóhan Heinesen fyri Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni.

??ll eru hjartaliga væl komin at lýða á ókeypis konsertirnar ávikavist leygardagin klokkan 17 í Dómkirkjuni í Havn og klokkan 16 í Fríðrikskirkjuni á Toftum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder