2013-12-11 21:26

Aftur í ár hava tit møguleika at koma úr jólaresinum, og seta tykkum niður eina løtu at njóta góðan jólatónleik.
Tórfríð Tavsen fer saman við G.O.G og gentukórið sjeynda árið á rað at hava jólakonsert í Sørvágs kirkju.
Konsertirnar hava verið sera væl vitjaðar, og tað eru vit sera glað fyri!
So setið tykkum kross í kalendaran tann 22.des kl 15.00 og verið vælkomin í Sørvágs kirkju til eina hugnaliga løtu.
Gleðilig jól
Vh
Tórfríð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald