JN

Jólakonsert í Dómkirkjuni

....

2013-12-06 16:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eins og undanfarin ár fer Kristiliga Sangkórið aftur í ár at hava jólakonsert í Dómkirkjuni í Havn. Konsertin verður leygardagin 7. desember klokkan 17.

Eitt av elstu kórunum í Føroyum, Kristiliga Sangkórið, sum fyrr í ár fylti 60 ár, hevur sína árligu jólakonsert í Dómkirkjuni í Havn leygardagin.

Sangúrvalið er í høvuðsheitum kendir jólasálmar og ???sangir. Bæði á føroyskum, donskum, enskum, týskum og latínskum.

Kristiliga Sangkórið, sum er eitt fýraraddað blandað kór við umleið 30 sangarum, varð sett á stovn í 1953. Tríggir av sangarunum, sum vóru við frá byrjanini, eru framvegis við í kórinum.

Konsertin í Dómkirkjuni leygardagin byrjar klokkan 17.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder