Í dag sunnudagin 17. desember fara Vágakórið og Blátt gras at hava felags jólakonsert í Vágum og norðarlaga í Eysturoy.
Kl. 16 verður konsertin í Eiðis kirkju.
Kl. 20.00 í Sandavágs kirkju.
Sungið og spælt verður bæði í felag og hvør sær.
Skráin er fjølbroytt.
Vit fara at hoyra kend føroysk jólaløg og nýggjar sálmar og sangir og nýggj løg og útsetingar á móðurmálinum og øðrum norðurlendskum og enskum máli.
Hetta er fyrstu ferð, at hesi bæði Vágakórið og tónleikabólkurin Blátt gras hava felags konsert.
Saman og hvørt sær fara hesir umleið fjøruti sangarar og tónleikarar at fylla kirkjurúmini á Eiði og í Sandavági við tónleiki, kórsangi, solosangi og felagssangi.
Á Eiði fer Norðljómur eisini at seta sín dám á hesa seinnapartsløtuna við horntónleiki.
Hetta er fyrsta ferðin, at Vágakórið syngur á Eiði, og kórleiðarin Sámal Matras Christiansen og hansara lið eru sera spent og glað fyri høvið at royna hetta vakra kirkjurúmið og møta fólki norðan av landi við sangi og tónleiki sínum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald