2017-12-08 16:02
9. des verður møguleiki at hugna eitt sindur eyka um jólini, hesuferð við fantastiskum jólajazzi í Reinsaríinum. Bólkarnir ið trína á pall hetta kvøldið vera :
Spælimenninir er ein lívligur bólkur ið spæla siðundnan- og nútíðar norðurlenskan fólkatónleik við violin, recoder, piano, gittar, mandolin, akustiskan bass og vokal. Heimastaðurin er Føroyar, men Spælimenninir er ikki bert ein føroyskur bólkur, hvørki í manning ella tónleiki. Tey hava spælt saman í 20 ár saman við fólki frá nógvum ymiskum londum, og lata seg gjarna ávirka av hesum.
Dicuil eru fimm ungir tónleikarar sum framføra modernaðan jazz. Stílurin fevnur breitt innihaldsliga ??? úr sveimandi improvasion til riff baserað groove. Bólkurin er mannaður av Rana Ravnsfjall á el-gittara, Andrias Vilhelm Poulsen á el-bass, Rasmus Vigant Samuelsen á keyboard og synth, Johan Petersen á trummum og Eivin Dam Simonsen á trompet.
Og seinasti bólkur er úr Keypmannahavn og kallar seg Jazzvennerne. Jazzvennerne er mannaður av Lukas Loeb á bass, Christian Elkjer á klaver og Theiss Nemborg á trummum. Teir spæla hugnaligan og frískligan jólajazz.
Atgongumerkið kostar 130 kr og øll eru vælkomin!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald