Vága Bjargingarfelag hevur í 2013 verið í stórum rembingum og avbjóðingum. Vit hava bygt/uppsett eina stóra høll omanvert Vága Floghavn, og hevur hetta bert kunna latið seg gjørt í góðum og tøttum samstarvi við Vága Floghavn, sum lat VBF høllina ókeypis, og Sørvágs Kommunu, sum lat grundøkið ókeypis umframt eina stóra peningaupphædd. Eisini hevur ein rúgva av sjálvbodnum kvinnum og monnum gjørt eitt sera stórt arbeiði við at fáa høllina niðurtikna, setta uppaftur og innilokaða á økinum, har hon nú stendur. Enn vantar tó nakað at gera, og verður farið í gongd aftur beint eftir nýggjár.
Hesi seinastu nógvu árini hevur VBF húsast í hølum saman við Vága Sløkkiliði á havnarøkinum í Miðvági, og hevur Vága Kommuna stuðla VBF við hesum. Vit vænta at húsast har eina stutta tíð afturat, tá ið alt virksemið hjá VBF verður flutt í nýggju felagshøllina. Avtala er gjørd við Sørvágs Kommunu um at leiga teimum hølir til Sørvágs Sløkkilið, umframt at avtala er gjørd um høli til annað virki í Sørvági. Restina av høllini kemur VBF at hava til sítt virksemi.
Nýggi bjargingarbáturin hjá LFB, SVERRI, kom til landið í juli og er latin VBF at reka. Báturin er bygdur á skipasmiðjuni hjá Safehavenmarine í Cork sunnast í Írlandi, og var setta bátanevndin, Regin Jespersen, Remi Hansen, Dánjal Pauli Poulsen og Dagfinn Petersen, í Cork eftir bátinum og sigldu hann heim. Báturin kostar góðar 6 mil. kr.
Tað varð skipað fyri stórari móttøku í Sørvági, og takka vit fyriskiparunum fyri teirra stóra arbeiði og Sørvágs Tónleikarafelag fyri, at tey settu ein serligan dám á dagin. Báturin bleiv navngivin av fyrrverandi formanni VBF's, Jón Joensen (Jón í Bø) við hesum orðum:
Tá
høggini fella,
og neyðarróp
gella.
Tá
illa fær gingið verri.
Til hjálpar við
skúmandi bógvum,
væl
stýrdur av sterkum lógvum.
Eg gevi tær navnið
???SVERRI???.
Nógvar og mergjaðar røður blivu hildnar av virkandi løgmanni, Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharranum, Jacob Vestergaard, vinnumálaráðharranum, Johan Dahl, formanni LFB's Regini Jespersen, formanni VBF's, Sofía Jacobsen, bygdaráðsformanninum í Sørvági, Suna Jacobsen og bygdaráðsliminum í Vága Kommunu, Jógvan Sjúrður Hansen umframt gávur blivu handaðar, m.a. frá øðrum bjargingarfeløgum kring landið. Ein minni samkoma var í Vági, har Sverri fyrst nam land, og fekk Sverri gávu frá bjargingarfeløgunum í oynni.
Hetta skrivið er eisini ein stór tøkk, og hevði hetta helst ikki spælt so væl av, um vit ikki høvdu fingið so nógvan stuðul frá bæði privatpersónum, feløgum og virkjum - bæði í Vágum og aðrastaðni kring landið. Tað snúði seg bæði um smærri peningagávur og stórar peningagávur umframt lutir og trygdarútgerð til bjargingarbátin Sverra. ???Nógvir løkir smáir gera stórar áir??? verður so sanniliga sagt. Landið hevur eisini latið ein stóran part í stuðli, umframt at Maersk Grunnurin hevur latið ein stóran part. Sørvágs Kommuna og Vága Kommuna hava latið ókeypis havnapláss og streym til Sverra í Sørvági og í Miðvági.
Við øllum hesum stuðlum gjørdist dreymurin hjá VBF ??? at fáa til vega egin hølir umframt ein bjargingarbát staðsettan í Vesturøkinum ??? veruleiki. Hetta eru vit øllum tykkum sera takksom fyri.
Vága Bjargingarfelag vil við hesum ynskja øllum tykkum við familju eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi komandi ár við stórari tøkk fyri brátt farna árið.
Vága
Bjargingarfelag
Dagfinn Petersen Sofía Jacobsen Dánjal Pauli Poulsen
Jákup Haraldsen Allan Nielsen Tróndur Niclasen
Pauli Jacobsen Regin Jespersen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald