Mentan

Jólaguðstanasta uttandura, við Jólatræið á Reyða Torginum

...

2021-12-22 14:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vestmanna: Eftirsum, vit ikki kunnu savnast innandura í ár, hevur kirkjuráðið og prestur gjørt av at hava jólagudstænastuna uttandura, við jólatræið á Reyða Torginum, jólaaftan.


Kirkjuklokkan ringir gudstænastuna inn, og síðani fara vit at syngja nakrar jólasálmar, hoyra jólaevangeliið og eina stutta jólasøgu, ið hóskar væl til børnini, vit fara eisini at biðja faðirvár og fáa signingina lýsta.

Til sálmasangin eru tit vælkomin at taka appina "Sálmabók" niður á telefonina, og annars lata tykkum væl í, tí tað verður kalt men hugnaligt úti. Vit gleða okkum!????????

NB. Tit eru eisini vælkomin at taka eitt stearinljós við tykkum, so tendra vit ljósini meðan vit syngja "Gleðilig jól" til síðst.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder