Jól í Norðurlandahúsinum
Nú komið er inn í adventuna, bjóðar Norðurlandahúsið einafjøbroytta skrá av tiltøkum fyri allar aldursbólkar.
Jólatónar & jólagómar er heitið á klassiskari jólakonsert, sum verðurmikukvøldið 4. desember. Ungu úrmælingarnir Ramez Mhaanna (klaver) ogKern Westerberg (violin) spæla tónleik eftir m.a. Debussy, Prokofiev,Beethoven og Bach umframt góðan klassiskan jólatónleik. Áðrennkonsertina siga teir eitt sindur frá skránni, ímeðan áhoyrararnir kunnu njótagløgg og mandlurís frá Systrar. Alt er íroknað atgongumerkið. RamezMhaanna fekk fyrr í ár Léonie Sonnings Talentprís.
Fríggjadagin 6. desember verður síðsti barnadansurin í ár, og tá verðursjálvandi eisini dansað um flotta jólatræið, sum stendur í forhøllini.
Føroya Symfoniorkestur bjóðar leygardagin 7. og sunnudagin 8. desember tilfamiljukonsert við tónleiki eftir m.a. Leroy Andersen, Tjaikovskij og TerjaRasmussen. Eisini verður tónleikasøgan um Kavamannin hjá Raymond Briggsat hoyra. Oda Drós ??sterø er solistur á violin og stórt barnakór luttekur viðnæmingum úr Tórshavnar Musikkskúla og Eysturskúlanum.
Árið í Norðurlandahúsinum endar sum vant við hugnaliga norðurlendskasiðinum við Lusiugongu. Fríggjadagin 13. desember fara uml. 130 børn fráTórshavnar Musikkskúla á stóra pallin at syngja og spæla á sera vælumtóktuog altíð útseldu Lusiukonsertini.
14. desember fer Norðurlandahúsið í jólafrí, men inntil tá ber, umframttiltøkini omanfyri, til at koma í húsið til burðardygga jólaverkstaðin, sum er íDansistovuni og sjálvandi at njóta ymiskt leskiligt í kaféini Systrar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald