Mentan

Jól á Tjósavninum

...

2018-11-28 15:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sunnudagin 2.desember eru jólaminnir, endurnýtsla, søgufrásøgn, heimagjørdar jólagávur og samvera millum ættarlið í hásæti á Tjóðsavninum. Savna tíni næru og kæru og kom til ókeypis jólahugna á Tjóðsavninum í Brekkutúni og í Hoyvíksgarði. Brúka tíni kreativu evni í jólaverkstovuni, hoyr eina stuttliga jólasøgu og droym teg burtur í nostalgisku jólaframsýningini við endurminningum og jólapráti. Spáka ein túr oman í Hoyvíksgarð og uppliva jólafriðin áðrenn facebook og blunkandi perur

J??LASKRÁIN Í BREKKUT??NI KL. 14-18

  • Kl. 14-18 Serframsýningin ???Nostalgisk jól - Minnist tú???????
    (er opin hósdag og sunnudag allan desember)

  • Kl. 14-18 Finn allar klintrinissurnar og loyniliga jólaorðið, sum tær hava goymt í framsýningini. Vit draga lut um eitt gávukort til savnsbúðina

  • Kl. 14-18 Jólahugni í jólakaffistovuni við smákøkum og piparnøtum

  • Kl. 14-18 Jólasøla í savnsbúðini

  • Kl. 14.30 Jólasøgan um Herviliga Henry. Okkara nýggi fryntligi savnslærari Tórarinn fortelur skemtiligu søguna óskikkiliga Henry

  • Kl. 15-17 Kreativ jólaverkstova fyri stór og smá

  • Kl. 17.15 Theodor Dam Eli Olsen, prestur, hugleiðir um jól og advent

  • Kl. 17.45 Vinnarin av klintrinissu-kappingini verður funnin


J??LAVERKSTOVA

Í jólaverkstovuni er møguleiki at prýða eina jólakúlu ??? tak kúluna heim við, ella hjálp okkum at pynta jólatræið á Tjóðsavninum. Eisini kanst tú geva gomlum knappum nýtt lív sum prýðiligir oyraringar. Tú kanst eisini taka tær av løttum við einum drekkamunni í jólakaffistovuni við panorama útsýni yvir allan fjørðin, njóta eitt gott prát, ella eina stilla løtu við jólatónleiki.

??KEYPIS UPPSKRIFTIR HEIM VIÐ

Hugni og matur fylgjast at, og tí hava vit savnað nakrar lekkrar jólauppskriftir á prenti til tín at taka heim við. Okkurt nýtt og okkurt gamalt - frá okkum til tykkum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder