Mentan

John Petersen sjeyti

...

2018-09-09 10:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

J & K PETERSEN skrivar:

Í dag (skrivað í gjár) er annar av stovnarunum av fyritøkuni hjá J&K Petersen sjeyti. Sigast kann at John Petersen er sjálv ímyndin av J&K Petersen. Vit í fyritøkuni eru heppin av hava ein av teimum ídnastu og raskastu monnum dagliga til arbeiðis.

Hóast farin um pensjónsaldur er John Petersen sera íðin í gerandisdegnum og er John altíð til dystin fús. Serliga á smiðuøkinum er John at síggja og har nógv er at gera. Seinastu tíðina hevur John lagt nógva orku í útbyggingina av Tórshavnar Havn.

??r søgu felagsins verður m.a. nevnt at:"Søgan hjá J & K Petersen Contractors gongur heilt aftur til 1948, tá felagið keypti tann fyrsta lastbilin.

1975 tóku brøðurnir John og Kristian Anfinn Petersen við aftaná pápan. Har stavar styttingin J & K frá. Eftir hetta er bert entreprenørarbeiði á skránni hjá felagnum. Eigarasamansetingin er broytt, men navnið er tað sama enn. J & K er sera væl kent millum manna."

Hóast áhaldandi áhuga fyri at dríva arbeiðið í verki, hevur John eisini aðrar gávur. John Petersen ein sera skemtingarligur maður og stuttligt er at hoyra skemtisøgurnar í kaffisteðginum fríggjadagar, tá vit fáa rundstykkir og drekka kaffi.

Vit í felganum ynskja Johan Petersen við familju hjartaligani tillukku við førðingardegnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder