2018-10-19 16:19
Jógvan Fríðriksson, Føroya biskupur, hevur gudstænastu í Hafnarfjarðarkirkju sunnudagin, 21. oktober 2018 kl. 11.00. Prestur Kristján Valur Ingólfsson, fyrrverandi biskupur í Skálholti, og Jón Helgi ??órarinsson, sóknarprestur, hava altargangin.
Biskupur kemur til Íslands í sambandi við norðurlendskan høvuðsbiskupafund og ráðstevnuna Arctic Circle, ið verður í Hörpu í vikuskiftinum.Við biskupi úr Føroyum koma prestarnir Inga Poulsen Dam, sóknarprestur í Miðvági, Maria Jørðdal Niclasen, sóknarprestur í Kvívík og Sverri Steinholm, sjúkrahúsprestur í Tórshavn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald