Evnaríki fuglfirðingurin spælir á Summar Festivalinum
Fuglfirðingurin Jógvan Joensen vann fram sum ein bjørt stjørna í donsku X Factor kappingin í fjør. Við sannførandi framførslum, framúr musikaliteti og einum tryggum úttrykki vann Jógvan seg allan vegin í finaluna, har hann endaði næstfremstur av øllum teimum hundraðtals fólkunum, ið høvdu bjóðað seg fram í kappingini.
Síðani hevur Jógvan arbeitt víðari við sínum tónleiki, og hann hevur latið útgávu frá sær. EP-útgávan kom fyri jól í fjør og kallast Love That You Love. Mest spældi sangurin hjá Jógvani er helst sangurin, sum hann gjørdi til X Factor finaluna. Sangurin kallast Best Kept Secret.
Jógvan Joensen spældi á Summar Festivalinum í fjør, og festivalurin er fegin um at bjóða evnaríka tónleikaranum vælafturkomnum á landsins størsta tónleikatiltak.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald