Mentan

Jóannes skal leiða Fab Lab á Kambsdali

...

2017-05-04 21:27 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Jóannes Djurhuus er settur sum leiðari á Fab Lab á Kambsdali. Jóannes er 53 ára gamal og hevur útbúgving innan alisfrøði, støddfrøði og teldufrøði. Jóannes vardi í 2003 Ph.D. ritgerð innan jarðalisfrøði og hevur síðani 2006 starvast hjá Statoil. Áðrenn Jóannes fór undir Ph.D. lestur, starvaðist hann sum lærari á Kambsdali og tók í 1996 námsfrøðiligt prógv sum miðnámsskúlalærari.

Jóannes byrjar í starvinum 1. juni og fyrsta uppgávan verður at bíleggja neyðugu tólini, skipa innrættingina og fyrireika virksemið á Fab Lab á Kambsdali. 16 umsóknir vóru til starvið sum leiðari á Fab Lab á Kambsdali.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder