Mentan

Jens Marni hitar upp fyri James Blunt

...

2020-02-05 07:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tá føroyingar savnast til risastóru konsertina við James Blunt 2. hvítsunnukvøld í Høllini á Hálsi, verður Jens Marni Hansen settur á uppgávuna at hita fjøldina upp.

Jens Marni telist millum okkara dugnaligastu og fólkakærastu tónleikarar. Hann hevur seinastu 25 árini verið virkin partur av føroyska tónleikalívinum, og hevur skrivað og sungið eitt ótal av landaplágum. Hann hevur áður hita upp fyri navnframar tónleikarar, millum annað fyri Bon Jovi í Parkini í Keypmannahavn. Tí var tað upplagt at heita á Jens Marna um at hita upp fyri James Blunt. Sostatt verður kvøldið á tremur við tónleiki í serflokki.

Helmingurin av atgongumerkjunum eru longu seld.
Konsertin varð almannakunngjørd fyrradagin, mánadag, og longu nú kann staðfestast, at meira enn helvtin av atgongumerkjunum eru seld, Hetta vitnar um, at føroyingar eru spentir at fara á konsert hjá einari sannari heimsstjørnu. Tað er ikki á hvørjum degi at slíkar stjørnur vitja Føroyar, og hesum taka føroyingar, eftir øllum at døma, væl ímóti.
Atgongumerki fáast í forsølu fyri kr. 650,- á ebillet.fo og 800 kr við dyrnar.
Eventz.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder