2018-06-25 08:01

Partrolararnir Jaspis og Ametyst komu á Havnina í nátt við 260.000 pundum, sum teir landa til Barðið. Vit á JN.fo tosaðu umborð á Jaspis í gjárkvøldið, teir søgdu, at 200.000 pund var upsi og so høvdu teir 60.000 pund av øðrum fiskasløgum.
Skipini hava roynt eystanfyri, teir byrjaðu eystur úr Fugloynni og fór síðan suðureftir eystanfyri, teir endaðu túrin á Suðuroyðarbankanum, teir hava verið úti í 12 dagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald