2018-06-12 07:24

Partrolarnir Jaspis og Ametyst komu í nátt á Havnina fullir undir lúkurnar. Teir hava roynt eystanfyri Føroyar.
Tað hevur gingið væl hjá teimum at fiskað henda túrin, Jaspis og Ametyst hava fingið 300.000 pund av upsa.
Myndina tók Andrass Holm Arge tá ið skipini komu á Havnina í nátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald