Okkara Voxbotn boðar frá, at hitmakarin Janus Wiberg Mortensen fer at framføra á pallinum til Okkara Voxbotn 2020. Saman við vælspælandi bólki sínum fer hann at borðreiða við hansara vælumtóktu landaplágum.
Janus Wiberg Mortensen verður millum teirra, sum fer at kína okkara oyru til Okkara Voxbotn 2020.
Janus hevur staðfest seg sum ein risa á føroyska tónleikapallinum. Í 2014 gav hann út fløguna ???Breathing???, sum stóð seg væl í føroysku lurtunum. Men tá ið hann í 2017 gav út lagið ???Mítt vakra Føroya Land??? var leyst og liðugt. Janus gjørdist ein hin bjartasta stjørnan á føroyska tónleikahválvinum, og er lagið vorði eitt hitt best umtókta nakrantíð á klattunum, síðani Frændir sungu so fagurt um oyggjarnar. Fyri kortum, gjørdi hann tað aftur, tá hann gav út lagið ???Life is Like a Symphony???. Lagið fekk sjálvt tey harðastu hjørtini at blotna, og er lagið óvanliga væl dámt.
Frammanundan er greitt, at Dizzy Mizz Lizzy, Gulddreng, I Am, Surma, Signar og John, Swangah, Sam Feldt og Tungevaag fara á framføra á Okkara Voxbotn 2020.
Atgongumerki fáast á ebillett.fo, í Power í SMS og í Fast handlunum kring landið fyri kr. 650,-.
Okkara Voxbotn 2020 - í samstarvi við Effo, Atlantic Airways, Betri Ung, Posta, Hvonn, Bilrøkt, Power, Pepsi, Hey og Okkara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald